Evnisdagur við Susan Hart. 16. mai 2024. - Neuroaffektiv udviklingspsykologi og neuroaffektiv pædagogik i praksis.
Susan Hart hevur sum slóðbrótari havt tørv á at skilja menniskjans kensluligu, persónligu og sosialu menning, og hevur hon í hesum støði ment tað ástøðiliga grundarlagið ”neuroaffektiv udviklingspsykologi” Hon vísir á, hvussu bæði trivnaður og mistrivnaður millum børn og ung altíð skulu síggjast í samspæl við relatiónir og umhvørvi.
Hon fer út frá tí neuroaffektiva tríkantinum at hava fokus á trimum týdningarmiklum elementum, nevniliga týdningurin av einum ástøðiligum fatanarkarmi, týdningurin av einføldum nýtiligum metanar- og interventiónshættum, og týdningurin av ”selvagens” hjá viðkomandi starvsfólki – tvs. evni til at vera partur av einum samspæli við onnur. Hon fer við eini einfaldari fatan av menningini í heilanum á tí kensluliga økinum, og teimum neuroaffektivu kumpassunum (kompasser) at vísa hvussu man kann málrætta innsatsin soleiðis at man stuðlar undir nærmastu kensluligu menningarsonu hjá barninum. Við at skapa eitt trygt og skipað umhvørvi hjá børnum og ungum, har man eitt nú við spæli og aktivitetum kann bjóða eitt felagsskapselvandi samband, er møguleiki at stuðla persónleikamenningini og evnunum til at vera ein partur av framkomnum sosialum felagsskapum hjá sjálvt teimum mest viðkvomu einstaklingunum.
Skráin fyri dagin: 09:00 - 09:15 Velkomst og introduktion 09:15 - 10:00 Introduktion til neuroaffektiv udviklingspsykologi 10:00 - 10:20 Pause - kaffe, vand, frukt 10:20 - 11:00 Windows of opportunity, nærmeste udviklingszone og makro- mikroregulering 11:00 - 11:20 Pause 11:20 - 12:00 Den neuroaffektive trekant og selvagens 12:00 - 12:45 Pause - Frokost 12:45 - 13:40 Hvad virker for hvem? - Leg og den hierarkiske hjerne 13:40 - 14:00 Pause - kaffe og kage 14:00 - 15:00 De neuroaffektive kompasser