www.spreki.com
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Haldor Øvreeide, 5. apríl 2022.
  • Undanfarin tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 22. september 2021.
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband

Haldor Øvreeide. Samrøður við børn og foreldur – tá lívið er trupult.

Picture
Børn hava tørv á samanhangandi og realistiskum lívsøgum, sum eisini fevna um tær royndir og livikor sum eru avbjóðandi. Tað er serliga týdningarmikið  at umsorganarpersónarnir hjá barninum tosa opið um teirra viðurskifti.

Børn hava viðføddar eginleikar sum skulu tryggja teimum trygt sosialt tilknýti, og hartil umsorgan og stuðul til menning. Aðalmálið í hesum menningareginleikunum eru evnini til at samskifta. Soleiðis eru børn aktivir stuðulsveitarar, ikki einans fyri at fáa egna hjálp til menning, men eisini um tey síggja um onkur av teirra nærmastu hava ódekkaðan tørv, so kenna tey seg skyldug at veita hjálp. Men orkan hjá barninum strekkir sjálvandi ikki til at kunna verða til hjálp hjá øðrum sum eru verri stødd enn tey sjálvi. Tað veri seg klandur millum vaksin sum standa barninum nær, harðskapur, misbrúk, sjúka ella aðrir sosialir trupuleikar. Líkamikið hvat, so er barnið ein partur av familjuni, og vil tað føra við sær at tað fær skuldarkenslu og skammast yvir avbjóðingarnar tað er vitni til.

Børn sum liva undir slíkum umstøðum, vilja tí liva við víttfevnandi strongd og byrðu á teirra sosialu eginleikar. Við hesum fylgja kenslubornir og atburðarligir avbjóðingar. Ofta mangla hesi børn vitan og hjálp til at skilja samanhangin í tí lívi tey liva og virka í.
​
Longu tíðliga í lívinum fær barnið grundleggjandi kunnleika til síni nærmastu og tess umhvørvi. Men um tað ikki verður tosað, heldur enn at verða opin, um týdningarmikil evni sum ávirka familjuna dagliga, verður pláss fyri individuellum mistulkingum ella avskeplaðum lýsingum har vandi er fyri at barnið kennir seg avvíst. Um barnið verður lagt undir, ella leggur seg sjálvt undir skyld og/ella skomm fyri frávik í familjuni, kann tað verða orsaka av skeivari kunning og tulking frá teimum vaksnu. Slíkar umstøður kunnu verða ein hóttan fyri barnsins sjálvskenslu, og ikki tað grundarlag fyri tí sjálvsvirðing og tilknýti sum barninum tørvar.
 
Við støði í barnsins samtalukendu eginleikum og sosiala tørvi, kunnu vit tosa við børn og teirra nærmastu umsorganarpersónar um evni ið kunnu tykjast at verða avbjóðandi, bæði fyri barnið og tey vaksnu. Vónandi soleiðis at barnið fær eitt positivt virði í samanhanginum.
 
Haldor Øvreeide hevur ment ”Den triangulerte barnesamtalen” sum ein skipaðan hátt at hjálpa børnum og teirra nærmastu, við at styrkja, ella endurreisa eina menningarfremjandi relatión sum virkar til fullnar.
Mannagongdin byggir á kunnleika um hvussu barnsins menning styrkist í tí samtalukenda samanspælinum við tess nærmastu vaksnu. ”Den triangulerte” samrøðan kann lagast til nógvar leiklutir og uppgávur í arbeiðinum við børn og familjur, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á serstakari hjálp.
 
Innihald

Á evnisdegnum fer Haldor Øvreeide við teori og videodømum at vísa hvussu vit gjøgnum ”triangulerte” samrøður kunnu hjálpa børnum at málbera seg, og ikki minst, geva teimum orð og kunning sum er viðkomandi fyri teirra royndir. Og á hendan hátt, saman við avvarandi vaksnum, skapa eina samanhangandi realistiska søgu um veruliga lívið. Eina søgu sum kann verða við til geva barninum betri umsorgan og menning.
Sum luttakari fært tú:
  • Íblástur, ástøðiligan yvirbygnað og praktiska leiðbeining um hvussu tú kanst føra eina samrøðu við børn, saman við teirra nærmastu vaksnu, um torfør evni.  
  • Betri førleika at hjálpa børnum og vaksnum at gera felags, samanhangandi og realistiskar lívssøgur – søgur sum kunnu verða við til at geva barninum størri umsorgan og menning.
 
Skeiðshaldari, Haldor Øvreeide

Haldor Øvreeide er altjóða viðurkendur norskur serfrøðingur í kliniskari sálarfrøði, og hevur í meira enn 25 ár starvast við barna- og familjumálum, bæði innanfyri PPR-økið (Pædagogisk Psykologisk Rådgivning), á serskúlum og sum høvuðssálarfrøðingur í barna- og ungdómspsykiatriini. Til dagliga eigur og rekur hann Institut for Familie og Relationsudvikling.
Haldor Øvreeide er yrkisbókahøvundur og samhøvundur av fleiri útgávum. Millum aðrar kunnu nevnast ”At tale med børn – Metodiske samtaler med børn i vanskelige livssituationer” (2009) og ”Utviklingsstøtte – Foreldrefokusert arbeid med barn” (2011)

Haldor Øvreeide undirvísir á lætt skiljandi norskum. Skeiðstilfarið er somuleiðis á norskum.


Kostnaður fyri hvønn kr. 1.995,- íroknað morgunmat, kaffi fyrrapart, frokost og kaffi seinnapart.

Evnisdagurin verður í hølinum hjá Dansifrøði í Gundadali í Havn.


Meldið til á spreki@spreki.com
© 2011 Martin Dam Joensen
spreki@spreki.com

Tlf. 00298 215080

spreki á facebook
Melda til tíðindabræv.
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Haldor Øvreeide, 5. apríl 2022.
  • Undanfarin tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 22. september 2021.
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband