Evnisdagur við Stig Broström. 10. mai 2023. Ein málrættað námsfrøði á treytum barnanna, við tí endamáli at fremja teirra trivnað, læring, menning og skapan. Aktuell evni og sjónarhorn innan smábarnanámsfrøði (1-6 ár).
Á degnum fer Broström at lýsa hvussu námsfrøðingar út frá eini didaktiskari hugsan og læruástøði leggja til rættis eitt námsfrøðiligt yrki og byggja upp eitt spennandi læruumhvørvi har dámur er settur á spæl og forvitni. Námsfrøðingurin roynir at skapa ein dialektik og dialog millum umsorgan og læru, og millum eina barnamiðsavnandi námsfrøði og eina stuðlandi námsfrøði, sum stimbrar barnsins trivnað, læru, menning og tilevning (dannelse).