Sunnudagin verður høvi hjá fólki at uppliva eina hugnaliga løtu í Norðurlandahúsinum, har prestarnir, Johannes Møllehave og Theodor Olsen, á teirra egna serstaka hátt, fara at skifta orð um lívsins viðurskifti.
Tíðindaskriv 5. mai 2011.
Johannes Møllehave er ein sera litríkur persónur. Hann er umframt at verða prestur, eisini rithøvundur við meira enn 100 bókaútgávum á baki. Harafturat er hann sera virkin fyrilestrahaldari, hann hevur hollan kunnleika innan bókmentir, hann er humoristur, og so er hann eisini eitt slag av gandakalli, við serkunnleika í gandakynstri. Til tiltakið í Norðurlandahúsinum fara hann og Theodor Olsen prestur í Kvíkvík at tosa um Møllehave og lív hansara sum eitt nú fongsilsprestur. At Johannes Møllehave er, og hevur verið vælumtóktur, er ongin loyna.Tá hann gavst sum prestur, og helt sína seinastu guðstænastu, var so nógv fólk samankomið, at neyðugt varð at steingja fullsettu kirkjuna, og tá hann hevði mest at gera sum fyrilestrarhaldari, mátti hann fraktast runt í tyrlu fyri at náa allar gjørdar avtalur rættstundis. Tiltakið við Møllehave verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin og byrjar tann 8. mai kl. 16.