www.spreki.com
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Haldor Øvreeide, 5. apríl 2022.
  • Undanfarin tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 22. september 2021.
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband

Treholt á vitjan í Føroyum

Tíðindaskriv 19. september 2011

Ein heimskendur norðmaður kemur í oktober á vitjan í Føroyum. Talan er um fyrrverandi norska politikaran, diplomatin og journalistin, Arne Treholt, sum í 1984 varð tikin og seinni dømdur 20 ára fongsulsrevsing fyri at hava njósnast fyri Sovjet og Irak

Tey, sum minnast aftur í áttatiárini, kennast uttan iva við navnið, Arne Treholt, sum loypti hvøkk á meginpartinum av Vesturheiminum, og ikki minst norðmenn, tá hann varð handtikin av norsku løgregluni og skuldsettur fyri njósning til frama fyri Sovjetsamveldið og Irak.

Arne Treholt, sum seinnu árini hevur búð á Kypros, verður at síggja og hoyra í Norðulandahúsinum sunnudagin 23. oktober, har hann fer at greiða frá, hvussu hann upplivdi tíðina, tá øll heimsins eygu vendu ímóti honum.

Hvat var tað, sum fekk tann hátt virda og væl umtókta Treholt at arbeiða fyri fíggindaliga sinnaði lond? Kendi hann seg sekan ella ósekan? Hvussu var rættargongdin, sum funnist hevur verið at ikki gekk nóg rættvíst fyri seg? Hvussu kendist tað at fáa 20 ára fongulsrevsing? Hvussu var tíðin í fongslinum? Hvussu hevur hann fótað í tíðini aftaná, og angrar hann nakað, sum hann hevur gjørt?

Hesar og nógvar aðrar spurningar fara tey, sum koma í Norðurlandahúsið sunnudagin 23. oktober, at hoyra nærri um, tá Kári Mikkelsen, journalistur, fer at seta Arne Treholt spurningar um leiklut og lív hansara sum njósnari.

Atgongumerki kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og á nlh.fo.

Um onkur vil vita meira um vitjanina hjá Arne Treholt, ber til at venda sær til Kára Mikkelsen, tlf. 280066, t-postur: kari@mikkelsen.fo
 
Vegna fyrireikararnar
Martin Dam Joensen
t-postur:
mdjoensen@gmail.com
© 2011 Martin Dam Joensen
spreki@spreki.com

Tlf. 00298 215080

spreki á facebook
Melda til tíðindabræv.
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Haldor Øvreeide, 5. apríl 2022.
  • Undanfarin tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 22. september 2021.
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband