www.spreki.com
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 9. juni 2021.
    • Haldor Øvreeide, 15. juni 2021.
  • Undanfarin tiltøk
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband

Evnisdagur við Karen Glistrup. Østrøm 19. mai 2015.
"Hvad børn ikke ved ... har de ikke ondt af".

Sálarligar sjúkur og rúsdrekkamisnýtsla seta síni spor har tær raka. Livimátin í familjuni verður í stóran mun broyttur, og hetta kann verða trupult at skilja – serliga hjá børnum. Man tað vera teirra skyld, at pápi alla tíðina er keddur, ella at mamma blívur ill? Einsamøll standa tey við stóru spurningunum, ringu samvitskuni, skommini og einseminum. Børnini leingjast eftir at tosa við onkran, men ofta kenna vit okkum ótrygg í viðtaluni við sálarliga viðkvomu foreldrini og børn teirra. Vit ansa so væl eftir ikki at koma ov nær, ella ikki at gera ilt verri, tí velja vit mangan, í misskiltari umsorgan, at tiga. Men hetta er tað einasta vit ikki mugu gera. 

Á evnisdegnum fer royndi sosialráðgevin og familjuterapeuturin, Karen Glistrup, at viðgera tríggjar avgerandi avbjóðingar hesum viðvíkjandi.

At fáa eyga á rakta barnið: Alt ov nógv børn liva í familjum við sálarligum trupuleikum og misnýtslu, uttan at nakar fær eyga á tey í teirra einsemi og pínu. Hvussu kunnu vit tryggja okkum, at hesi “ósjónligu børn” blíva skilt og fáa tann stuðul, tey hava brúk fyri?

Hvussu skilja vit barnið í støðuni: Sálarlig útgreining av børnum gert alsamt vanligari, men nær er talan um sálarliga líðing hjá børnunum, og nær er talan um mistrivna í týdningarmiklu relatiónunum hjá barninum? Hvussu kunnu vit gerast vísari hesum viðvíkjandi?

At skapa eina góða samtalu um torfør evni: Børn sum ikki trívast, fara júst sum foreldrini, eisini at leingjast eftir at vera sædd, møtt og skilt. Men hvussu koma vit í samband við tey? Hvussu skapa vit álit, soleiðis at vit kunnu tosa opið við bæði foreldur og børn? Hvussu kunnu vit hjálpa foreldrunum at bróta “tabuina”, tey sjálvi hava uppbygt yvir fyri børnunum, soleiðis at familjan fær eina kenslu av, at tey saman kunnu skapa eina betri tilveru, sum hóskar júst til tey.

Hvat fáa vit?

Nýggj framtíðar útlit um hvussu vit síggja, og fáa samband við børn í familjum við sálarligum sjúkum ella rúsdrekkamisnýtslu.

Innlit í framtíðarútlitini, og onnur umráðandi mál, hjá børnum og foreldrum, tá sálarlig sjúka ella misnýtsla er ein partur av lívinum.

Innlit í, hvat styrkir menningina hjá barninum og boð uppá, hvussu tú gert hesa vitan til veruleika.

Amboð til at skapa gott samband við foreldur og børn. Eisini tær tabubrótandi samtalurnar, og hvussu vit geva familjum førleika til sjálvi at kunna tosa um sálarsjúkur og rúsdrekkamisnýtslu.

Íblástur til, hvussu tú út frá viðurskiftunum hjá foreldrunum, viðvíkjandi sálarsjúkum ella misnýtslu, kanst vera við til, at skilja atburðin hjá barninum betri. 


Melda til á spreki@spreki.com


Østrøm 19. mai 2015 kl. 08:30 - 16:00.


Meira um bókaútgávurnar hjá Karen her.

Myndir frá evnisdegnum.

© 2011 Martin Dam Joensen
spreki@spreki.com

Tlf. 00298 215080

spreki á facebook
Melda til tíðindabræv.
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 9. juni 2021.
    • Haldor Øvreeide, 15. juni 2021.
  • Undanfarin tiltøk
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband