www.spreki.com
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 9. juni 2021.
    • Haldor Øvreeide, 15. juni 2021.
  • Undanfarin tiltøk
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband

Evnisdagur við Grethe Kragh-Muller og Charlotte Ringsmose​. Norðurlandahúsið 18. mai 2016.
"Kvalitet i dagsinstitutioner".

Kanningar vísa, at trivnaðurin, menningin, og evnini at læra eru tætt knýtt at góðskuni á dagstovnunum. Av hesi orsøk er meira fokus komið á týdningin av, at dagstovnarnir hava teir neyðugu førleikarnar.

​Á evnisdegnum verður dentur lagdur á, hvat góðska á einum dagstovni fevnir um, og hvussu hetta kann setast í samband við mentanina dagstovnurin er partur av. Tað verður varpað ljós á nøkur av teimum mest umráðandi viðurskiftunum hvat viðvíkur námsfrøðiligari góðsku á dagstovninum. Eisini verður greitt frá ástøði og granskan hesum viðvíkjandi. Til síðst verður tikið samanum hvussu tingini virka í praksis.

Grethe Kragh-Müller, er serfrøðingur í barnasálarfrøði og lektari á DPU/Aarhus Universitet. 
​Hon hevur skrivað fleiri bøkur. Nevnast kunnu m.a. "Kvalitet I dagsinstitutioner", "Gode læringsmiljøer for børn", "Børneliv og opdragelse" og "Ka’ selv, vil selv". Eisini hevur hon skrivað nógvar greinar sum eru útgivnar kring allan heim. Hon hevur verið við til nógvar granskingarætlanir; tann seinasta kallast, "Perspektiver på kvalitet I dagsinstitutioner". 
Grethe er vorin góðkend av Dansk Psykologisk Forening, bæði sum serfrøðingur innan barnasálarfrøði og høðusráðgevi innan tað barnasálarfrøðiliga økið.
Á heysti 2015 gjørdi hon saman við DR tær 5 sendingar, “Børnenes hemmelige verden”

​Sí sendingarnar her.​

​​Charlotte Ringsmose, er professari og lektari á DPU/Aarhus Universitet. Hon hevur eins og Grethe verið virkin innan skriving, og hevur verið við til at skriva eitt nú, "Læring og udvikling i dagsinstitutioner", "Rum og læring", og "Hjerne og læring".
Saman hava tær báðar latið "KIDS" úr hondum. Bókin er eitt amboð til at máta námsfrøðiligu góðskuna á dagstovnum við atliti til at menna og bøta um viðurskifti sum hava týdning fyri læringina og menningina hjá barninum.
Umframt KIDS, hava tær báðar, Charlotte og Grethe, eisini í felag skriva frágreiðingina "Pædagogisk kvalitet I store og små dagsinstitutioner". Frágreiðingin kann lesast her.


Skráin fyri dagin er:

Hvad er pædagogisk kvalitet. Kultur og kvalitet.
Teori og forskning 1: Pædagogisk kvalitet er relationer.
Pædagogisk kvalitet er relationer, fortsat. Videoeksempel i forhold til børnenes indbyrdes relationer.
Teori og forskning 2: Pædagogisk kvalitet i de fysiske omgivelser.
Teori og forskning 3:.Kvalitet i leg og aktiviteter.
Præsentation af KIDS.
Videoeksempler om pædagogisk kvalitet i relationer.
Diskussion og afslutning på dagen.

​
​Myndir frá evnisdegnum.

skrá fyri evnisdag við grethe kragh-müller og charlotte ringsmose.pdf
File Size: 203 kb
File Type: pdf
Download File

© 2011 Martin Dam Joensen
spreki@spreki.com

Tlf. 00298 215080

spreki á facebook
Melda til tíðindabræv.
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Grethe Kragh-Müller, 9. juni 2021.
    • Haldor Øvreeide, 15. juni 2021.
  • Undanfarin tiltøk
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband