Evnisdagur við Haldor Øvreeide. 5. apríl 2022. - Samrøður við børn og foreldur - tá lívið er trupult.
Haldor Øvreeide
Haldor Øvreeide hevur ment ”Den triangulerte barnesamtalen” sum ein skipaðan hátt at hjálpa børnum og teirra nærmastu, við at styrkja, ella endurreisa eina menningarfremjandi relatión sum virkar til fullnar.
Mannagongdin byggir á kunnleika um hvussu barnsins menning styrkist í tí samtalukenda samanspælinum við tess nærmastu vaksnu. ”Den triangulerte” samrøðan kann lagast til nógvar leiklutir og uppgávur í arbeiðinum við børn og familjur, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á serstakari hjálp.
Innihald Á evnisdegnum fer Haldor Øvreeide við teori og videodømum at vísa hvussu vit gjøgnum ”triangulerte” samrøður kunnu hjálpa børnum at málbera seg, og ikki minst, geva teimum orð og kunning sum er viðkomandi fyri teirra royndir. Og á hendan hátt, saman við avvarandi vaksnum, skapa eina samanhangandi realistiska søgu um veruliga lívið. Eina søgu sum kann verða við til geva barninum betri umsorgan og menning.
Sum luttakari fært tú:
Íblástur, ástøðiligan yvirbygnað og praktiska leiðbeining um hvussu tú kanst føra eina samrøðu við børn, saman við teirra nærmastu vaksnu, um torfør evni.
Betri førleika at hjálpa børnum og vaksnum at gera felags, samanhangandi og realistiskar lívssøgur – søgur sum kunnu verða við til at geva barninum størri umsorgan og menning.
Skeiðshaldari, Haldor Øvreeide. Haldor Øvreeide er altjóða viðurkendur norskur serfrøðingur í kliniskari sálarfrøði, og hevur í meira enn 25 ár starvast við barna- og familjumálum, bæði innanfyri PPR-økið (Pædagogisk Psykologisk Rådgivning), á serskúlum og sum høvuðssálarfrøðingur í barna- og ungdómspsykiatriini. Til dagliga eigur og rekur hann Institut for Familie og Relationsudvikling. Haldor Øvreeide er yrkisbókahøvundur og samhøvundur av fleiri útgávum. Millum aðrar kunnu nevnast ”At tale med børn – Metodiske samtaler med børn i vanskelige livssituationer” (2009) og ”Utviklingsstøtte – Foreldrefokusert arbeid med barn” (2011)
Haldor Øvreeide undirvísir á lætt skiljandi norskum. Skeiðstilfarið er somuleiðis á norskum.