Evnisdagur við Grethe Kragh-Müller. 22. september 2021. - ”Relationer i udvikling”.
Í takt við samfelagsligu menningini, er í námsfrøðiliga arbeiðinum, sett økt fokus á týdningin av relatiónini millum børn og vaksin. Hetta ger at børnini fáa møguleika at liva eitt gott barnalív og menna teir førleikar sum eru neyðugir fyri at klára seg í dagsins samfelag.
Relatiónir við onnur menniskju er ein týðandi táttur fyri menning. Í relatiónini mennir barnið millum annað tryggleika, sjálvsvirði, sjálvsálit, kenslur, og málsligan og sosialan kunnleika. Relationir millum menniskju eru í støðugari menning – menning sum støðugt flytur seg millum konkret, mentunarlig og samfelagslig kor.
Nútíðarbørn ferðast í millum tveir ymiskar kontekstir – heimið og dagstovnin. Tí er ein trygg og viðurkennandi relation bæði millum børn og foreldur, millum børn og námsfrøðingar og millum børn sínámillum týdningarmikil fyri trivnaðin, læringina og menningina hjá barninum. Men gransking vísur á, at tað er ikki bara sum at siga tað, at flyta seg frá ætlanini um menningarfremjandi og viðurkennandi relatiónum, til at gera hetta til veruleika í gerandisdegnum.
Við støði í nýggjari gransking um dagstovnar, vil tað á evnisdegnum blíva varpað ljós á, hvussu relatiónin hevur týdning fyri tvivnaðin, læringina og menningina hjá einstaka barninum. Ein stutt gjøgnumgongd verður av týðandi nýggjum teorium um relatiónir og menning – millum annað ”kritisk psykologi”, sum er um týdningin av strukturellum umstøðum, Fonagys ástøði, um sambandið millum tilknýti og menning av heilanum við serligum denti á sjálvstamarhald, og ástøði hjá Løvlie Schibbye sum er um viðurkenning og sjálvmenning. Eisini verður leikluturin hjá námsfrøðinginum at stuðla undir barnsins spæl og inklusión í barnafelagsskapinum viðgjørdur. Eisini verður fokus á hvørjar umstøður man í námsfrøðiliga gerandisdegnum skal geva sær far um í gongdini frá ætlan til handling. Á skránni verða eisini framløgur og kjak, eins og greiningar og orðaskifti um filmsbrot við dømum um samspæl millum børn og vaksin. At enda verður kjakast um, hvørjar treytir og umstøður í relatiónini man sum vaksin kann arbeiða við, fyri at røkka teimum ætlaðu menningarfremjandi relatiónunum við børnunum.
Skráin er: Velkommen og plan for dagen (09:00-09:15) Oplæg: Relationer, udvikling og anerkendelse (09:15-10:45) Pause (10:45-11:00) Gruppedrøftelse – analyse af videoeksempler (11:00-11:30) Opsamling og spørgsmål i plenum (11:30-12:00) Frokost (12:00-13:00) Oplæg: Hvordan kan man arbejde med udvikling af anerkendelse i pædagogisk arbejde? (13:00-14:15) Pause (14:15-14:30) Analyse af video eksempler i grupper (14:30-15:00) Opsamling og diskussion i plenum (15:00-15:30)
Kostnaður fyri hvønn kr. 1.495,-
Íroknað kaffi fyrrapart og seinnapart við onkrum leskiligum afturvið, umframt mettandi máltíð á middegi.
Evnisdagurin verður í hølinum hjá Dansifrøði í Gundadali í Havn frá kl. 09.00 til kl. 15.30.