Evnisdagur við Ole Henrik Hansen. 28. mai 2025. Framtíðar dagstovnurin: Góðska, burðardygd og nýskapan.
Framtíðar dagtilboð verða skapað í felagsskapi. Við at arbeiða saman og deila vitan og royndir kunnu vit skapa bestu karmarnar fyri trivnað, læring og menning hjá børnum. Læringsteori gevur okkum eitt sterkt grundarlag at skapa eitt dagtilboð, ið er bæði burðardygt, nýskapandi og av høgari góðsku. Lyklaorð: Góðskudagtilboð, burðardygd, nýskapan, sosiokulturell læringsteori, umsorgansteori, mentanarlig amboð, námsfrøðilig praksis, leiðsla, framtíðartrygging, trivnaður hjá børnum, læringsumhvørvi. Hesin evnisdagurin er ætlaður øllum, ið arbeiða í og við dagtilboðum. Vit fara í dýpdina við, hvussu vit skapa framtíðar dagtilboð við denti á:
Góðska: Hvat eyðkennir eitt góðskudagtilboð, og hvussu skapa vit bestu trivnaðar-, menningar- og læringsumhvørvini fyri børn?
Burðardygd: Hvussu kunnu vit leggja umhvørvisliga, sosiala og fíggjarliga burðardygd inn í námsfrøðiligu arbeiðshættirnar?
Nýskapan: Nýggjir arbeiðshættir, tøkni og skipanir, ið kunnu betra um umstøðurnar hjá børnum í dagtilboðum.
Evnisdagurin byggir á nýggjastu gransking og gevur ítøkilig amboð til at seta samfelagsmenningarlæru (sosiokulturella læringsteori) í verk. Vit umrøða týdningin av útilívi fyri menningina hjá børnum og geva íblástur til at minka um stýringina hjá námsfrøðinginum og geva rúm fyri spontaniteti og spæli hjá barninum.
Skráin:
09.00-09.15: Vælkomin og kunning um dagin 09.15-10.45: Hvat er eitt dagtilboð av høgari góðsku? (Fyrsti partur)
Barnasjónarmið og samavgerð
Dugnaligir og ágrýtnir námsfrøðingar/hjálparfólk
10.45-11.00: Kaffisteðgur 11.00-12.00: Hvat er eitt dagtilboð av høgari góðsku? (Annar partur)
Læring og menning
Fysisku karmarnir
Inklusjón og fjølbroytni
Dokumentatión og eftirmeting
Talgild menning
12.00-12.45: Døgurðasteðgur 12.45-13.30: Burðardygd í dagtilboðum – økologi, umhvørvi og sosial ábyrgd:
Umhvørvislig burðardygd
Sosial burðardygd
Fíggjarlig burðardygd
Integratión av burðardygd í námsfrøðiliga arbeiðinum
13.30-14.15: Bólkaarbeiði: Kjak um evnini "góðskudagtilboð" og "burðardygd" við denti á kjakuppleggið "Fríluftslív: Essentielt for børns udvikling". 14.15-14.30: Kaffisteðgur 14.30-15.00: Nýskapan og nýhugsan í námsfrøðiligari praksis:
Nýggjir arbeiðshættir og virksemi
Skipan og uppbygnaður
Tøkni og talgildir miðlar
15.00: Endi og takk fyri í dag
Kostnaður fyri hvønn kr. 1.795,-
Íroknað kaffi fyrrapart og seinnapart við onkrum leskiligum afturvið, umframt mettandi máltíð á middegi.
Evnisdagurin verður í Dansifrøi 28. mai 2025 frá kl. 09.00 til kl. 15.00.