Temadagur við John Halse: “Trivsel på hovedet – robusthed gennem dannelse og opdragelse”
Í dag verður ofta sagt, at børn á dagstovnum og skúlum, skulu hava ávirkan og verða tikin við upp á ráð. Fram um alt skulu tey trivast, og tí mugu vaksin ikki skelda. Yvirhøvur skal dagstovna- og skúlavirksemi byggja á tað, sum verður kallað “nýggja barnasýnið”. Á hesum evnisdegi fer Halse at venda nøkrum av hesum tankum á høvdið. Tað er sjálvsagt týdningarmikið, at vit, har børn eru, hava fokus á teirra trivnað. Men kanska átti minni dentur at verið lagdur á trivnað og mistrivnað — og størri dentur á, at dannilsi og uppaling eru grundleggjandi tættir, sum dagstovnar og skúlar kunnu byggja uppá. Dannilsi og uppaling, sum geva børnunum ein robustleika: at tey tola eitt nei, at tey kunnu liva við krøvum, at alt ikki er stuttleiki og undirhald, og at tey viðhvørt noyðast at gera tað, sum tey vaksnu siga. Halse: Eftir mínum tykki eru vit vitni til eitt veruligt uppalingarsvík! Vit hava børn, sum — gjøgnum hugtøk sum “viðurkennandi relatión”, medvirkan og mýtuna um tað kompetenta barnið — kanska mangla hjálp til at finna leiðina í teirra egna atburði. Børn verða spurd um viðurskifti, tey í roynd og veru ikki hava aldur ella førleika at skilja. Hetta sær ofta út til at vera ein sosialisering, sum mong børn longu hava við heimanífrá. Men um børn í heimi og dagstovni skulu hava ávirkan, reisa vit spurningin: “Ávirkan á hvat?”
Men hvussu fara vit til verka við uppalingini? Børn tykkara skulu mennast til sjálvstøðug og sosialt kompitent menniskju. Tað krevur, at tey møta tykkum sum umsorganarfullum vaksnum, sum seta krøv og greiðliga vísa, hvar tykkara egnu mørk ganga. Tit eru vegleiðarar, fyrimyndir og uppalarar. Uppaling er samvera og nærvera. Men spurningurin er: hava vit vaksin gloymt okkara myndugleika? Og um ja — kunnu vit finna hann aftur? Og ikki minst: hvussu fáa vit foreldur við sum virknar uppalarar hjá sínum børnum?
Hvat kann tú vænta tær av temadegnum? Tú verður sannlíkt bæði avbjóðaður og møguliga eitt sindur provokeraður í tínum vanahugsanum um barnaatburð. Men vónandi fer dagurin eisini at geva tær íblástur til fakligar kjakløtur í gerandisdegnum. Eisini fert tú at fáa við tær nýggj persónlig amboð — amboð sum, bygd á eitt annað barnasýn enn tað í løtuni ráðandi, kunnu hjálpa tær at endurvinna nakað av tí… kanska mista myndugleikanum.
Skráin fyri dagin Skráin er vegleiðandi; nøkur punkt kunnu verða flutt, og nøkur kunna verða løgd aftrat.
Kl. 9.00–9.10: Inngangur
Kl. 9.10–10.20: Framløga og kjak um:
Tann deilda umsorganin – um børn í tveimum heimum
Nýggja barnasýnið
Barndómsmynstur
Har sum børnini koma frá
Tíðin og hennara lýsingar av børnum
Órólig børn
Familjan / foreldrini
Bólkurin og relatiónirnar – hvør uppdregur: tey vaksnu ella javnaldrarnir?
Børn og trivnaður
Kl. 10.20–10.40: Kaffisteðgur
Kl. 10.40–12.00: Framløga og kjak um:
Myndugleiki, disiplin og demokrati
Hvat er dannilsi?
Hvat er uppaling?
Málini við dannilsi og uppaling
Hvussu kompetent eru tykkara børn?
Hvat er eitt robust barn?
Kl. 12.00–12.45: Døgurðasteðgur
Kl. 12.45–13.45: Framløga og kjak um:
Mørk ella ikki?
"Eftergevenhed eller ej"?
"At sige nei og skal"
“Kan og skal" - regler
"skæld ud"
Innluting og ábyrgd
Hvat skulu og kunnu børn hava ávirkan á — og hvussu?
Kl. 13.45–14.05: Kaffisteðgur
Kl. 14.05–15.00: Framløga og kjak um:
Spurningar frá luttakarum
Avsluttandi viðmerkingar
Hvat við myndugleikanum hjá námsfrøðingunum?
Kl. 15.00: Takk fyri í dag
Kostnaður fyri hvønn kr. 1.695,-
Íroknað kaffi fyrrapart og seinnapart við onkrum leskiligum afturvið, umframt mettandi máltíð á middegi.
Evnisdagurin verður í Dansifrøi 29. apríl 2026 frá kl. 09.00 til kl. 15.00.