www.spreki.com
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Haldor Øvreeide, 20. apríl 2021.
    • Grethe Kragh-Müller, 9. juni 2021.
  • Undanfarin tiltøk
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband

Evnisdagur við Grethe Kragh-Müller. 9. juni 2021.
​- ”Relationer i udvikling”.

​Í takt við samfelagsligu menningini, er í námsfrøðiliga arbeiðinum, sett økt fokus á týdningin av relatiónini millum børn og vaksin. Hetta ger at børnini fáa møguleika at liva eitt gott barnalív og menna teir førleikar sum eru neyðugir fyri at klára seg í dagsins samfelag.

Relatiónir við onnur menniskju er ein týðandi táttur fyri menning. Í relatiónini mennir barnið millum annað tryggleika, sjálvsvirði, sjálvsálit, kenslur, og málsligan og sosialan kunnleika. Relationir millum menniskju eru í støðugari menning – menning sum støðugt flytur seg millum konkret, mentunarlig og samfelagslig kor.

Nútíðarbørn ferðast í millum tveir ymiskar kontekstir – heimið og dagstovnin. Tí er ein trygg og viðurkennandi relation bæði millum børn og foreldur, millum børn og námsfrøðingar og millum børn sínámillum týdningarmikil fyri trivnaðin, læringina og menningina hjá barninum. Men gransking vísur á, at tað er ikki bara sum at siga tað, at flyta seg frá ætlanini um menningarfremjandi og viðurkennandi relatiónum, til at gera hetta til veruleika í gerandisdegnum.

Við støði í nýggjari gransking um dagstovnar, vil tað á evnisdegnum blíva varpað ljós á, hvussu relatiónin hevur týdning fyri tvivnaðin, læringina og menningina hjá einstaka barninum. Ein stutt gjøgnumgongd verður av týðandi nýggjum teorium um relatiónir og menning – millum annað ”kritisk psykologi”, sum er um týdningin av strukturellum umstøðum, Fonagys ástøði, um sambandið millum tilknýti og menning av heilanum við serligum denti á sjálvstamarhald, og ástøði hjá Løvlie Schibbye sum er um viðurkenning og sjálvmenning. Eisini verður leikluturin hjá námsfrøðinginum at stuðla undir barnsins spæl og inklusión í barnafelagsskapinum viðgjørdur. Eisini verður fokus á hvørjar umstøður man í námsfrøðiliga gerandisdegnum skal geva sær far um í gongdini frá ætlan til handling. Á skránni verða eisini framløgur og kjak, eins og greiningar og orðaskifti um filmsbrot við dømum um samspæl millum børn og vaksin. At enda verður kjakast um, hvørjar treytir og umstøður í relatiónini man sum vaksin kann arbeiða við, fyri at røkka teimum ætlaðu menningarfremjandi relatiónunum við børnunum.​

Skráin er:
​
Velkommen og plan for dagen (09:00-09:15)
Oplæg: Relationer, udvikling og anerkendelse (09:15-10:45)
Pause (10:45-11:00)
Gruppedrøftelse – analyse af videoeksempler (11:00-11:30)
Opsamling og spørgsmål i plenum (11:30-12:00)
Frokost (12:00-13:00)
Oplæg: Hvordan kan man arbejde med udvikling af anerkendelse i pædagogisk arbejde? (13:00-14:15)
Pause (14:15-14:30)
Analyse af video eksempler i grupper (14:30-15:00)
Opsamling og diskussion i plenum (15:00-15:30)

Kostnaður fyri hvønn kr. 1.495,-

Íroknað kaffi fyrrapart og seinnapart við onkrum leskiligum afturvið, umframt mettandi máltíð á middegi.

Evnisdagurin verður í hølinum hjá Dansifrøði í Gundadali í Havn 14. apríl 2021 frá kl. 09.00 til kl. 15.30.

Tilmelding á spreki@spreki.com
© 2011 Martin Dam Joensen
spreki@spreki.com

Tlf. 00298 215080

spreki á facebook
Melda til tíðindabræv.
  • Heim
  • Komandi tiltøk
    • Haldor Øvreeide, 20. apríl 2021.
    • Grethe Kragh-Müller, 9. juni 2021.
  • Undanfarin tiltøk
    • Pernille Hviid, 11. marts 2020.
    • Susan Hart, 29. mai 2019.
    • Ole Henrik Hansen. Norðurlandahúsið 22. mai 2018.
    • Gro Harlem Brundtland. Norðurlandahúsið 29. apríl 2018.
    • Anne Linder. Norðurlandahúsið 23. marts 2017.
    • Kari Killén 7. september 2016.
    • Grethe Kragh-Müller og Charlotte Ringsmose 18. mai 2016.
    • Karen Glistrup 19. mai 2015.
    • Berit Bae og Charlotte Palludan 11. marts 2015.
    • "360 grader om den udsatte familie" v. Lisbeth Zornig Andersen og Bettina Smed 23. mai 2014.
    • Kari Killén 8. 9. og 10. apríl 2014.
    • Bent Madsen 6. marts 2014.
    • Johannes Møllehave 9. juni 2013.
    • Bent Madsen 22. og 23. mai 2013.
    • Arne Treholt 23. oktober 2011.
    • Johannes Møllehave 8. mai 2011.
  • Samband